2019-10-07 20:36
Verksmiðjutrolarin Akraberg hevur fiskað í russiskum sjógvi hendan túrin.
Teir hava fiskað í 33 dagar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Teir hava umleið 900 tons av toski, sum er rundfrystur, og 400 tons av súrløgu nú teir sigla til lands.
Veiðan skal landast í Fuglafirði, og tá ið liðugur er at landa, skulu teir skifta fólk áðrenn farið verður nýggjan túr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald