Innanlands

Akranes farin úr føroyska flotanum

Akranes hjá Smyril Line er seldur til Spania

Akranes fær nú nýtt navn og nýggjar litir

Akranes fær nú nýtt navn og nýggjar litir

2025-07-04 15:34 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Smyril Line hevur selt farmaskipið akranes, sum felagið keypti í desember 2020.

Farmaskipið Akranes, sum higartil hevur verið partur av flotanum hjá Smyril Line, er nú selt til reiðaríið Fred Olsen Express

Tá ið Smyril Line kunngjørdi søluna í mái mánaða, segði felagið at sølan er ein týðandi liður í endurnýggjanini av farmaskipaflotanum hjá reiðarínum, sum miðvíst arbeiðir við at dagføra flotan og framtíðartryggja virksemið.

Smyril Line er í løtuni í gongd við at byggja tvey stór og framkomin farmaskip í Kina, sum koma í flotan í komandi ár.

Hvat Akranes er seldur fyri vita vit ikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder