2020-01-21 21:42
Nýggjasta skipið í flotanum hjá Smyril Line, Akranes, er farið í vinnu, og kom sunnudagin á þorláksfjørð í Íslandi.
Tað var illveður á leiðini, og sum sæst á myndum sum Heimir Hoffritz hevur lagt á Facebook, leggur skipið seg rættiliga nógv.
Akranes er systirskip Mykines, sum Smyril Line keypti fyri trimum árum síðani. Størsti munurin er, at Mykines er yvirdekkaður.
Heimir Hoffritz tók myndirnar.
(Mynd: Heimir Hoffritz)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald