80.000 laksar til eitt virði á minst 2,4 milliónir evrur, 18 milliónir krónur, eru deyðir orsaka av ógvusligari uppblóman av algum í útsynningspartinum av Írlandi. Veðurlagsbroytingar verða sagdar at vera orsøkin til uppblómingina, skrivar blaðið Irish Examiner.
Tað er norska alifelagið Movi, sum eigur alibrúkini, ið eru rakt. Talan er um tvey brúk, Ahabeg og Roancarrig, sum bæði liggja í Bantry Bay.
Fyritøkan sigur, at heitari sjóvur er orsøk til at algurnar hava blómað. Írska havrannsóknarstovan, MI, ávaraði longu í fjør um vandan av øktari alguútbreiðslu orsaka av veðurlagsbroytingunum.
Eygleiðingar í økinum siga, at sjógvurin í fjørðinum er vorðin brúnligur á liti orsaka av phytoplankton.
Movi Ireland upplýsir, at í alibrúkunum var laksur, sum skuldi verið slaktaður hesa vikuna, og útfluttur til Evropa.
Tíðindini um laksadeyðan í Bantry fjørðinum komu fríggjadagin, nærum samstundis sum írska stjórnin kunngjørdi eina umfatandi ætlan fyri 125 milliardir evrur, sum skal minka um koltvíútlátið við 51 prosentum innan 2030.
Tilburðurin verður nú kannaður nærri av Marine Institute, MI, skrivar Irish Examiner.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald