Innanlands

Alingin er ikki orsøk til algublómingina

Norska Havforskningsinstituttet fríkennir alararnar

Algan Algen Chrysochromulina er lívshættislig fyri laks, um hann ikki fær svomið burtur (Mynd: Havforskningsinstituttet / NRK)

Algan Algen Chrysochromulina er lívshættislig fyri laks, um hann ikki fær svomið burtur (Mynd: Havforskningsinstituttet / NRK)

2019-05-29 17:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ikki alivinnan sjálv, sum er orsøkin til blómingina av algum, sum hevur tikið lívið av 8 milliónum alilaksum í norðara parti av Noregi.

Tað skrivar NRK.

Tað hevur annars verið lagt upp til, eitt nú frá limum í umhvørvisflokkinum Miljøpartiet De Grønne, at vanlukkan var sjálvgjørd.

Algan Chrysochromulina leadbeateri er ikki óvanlig fram við Noregs strendur, men ógvuliga blómingin hevur verið ein vanlukka fyri raktu alibrúkini í Nordland og Troms, skrivar ilaks.no.

Men nú staðfestir Havforskningsinstittuttet, at alararnir sjálvir ikki skulu hava skuldina fyri hetta náttúrufyribrigdið.

- Alivinnan kann ikki vera orsøk til blómingina. Alingin er ikki tøtt í hesum økinum í mun til nógva aðra staðni í Noregi, sigur Karin Kroon Boxaspen, fakligur stjóri í Havforskningsinstuttet (HI) við NRK.

HI hevur í útgangsstøði í eini meting av ávirkanini frá føðslusaltunum og lívrunnu evnunum frá aliringunum, mett um hvør orsøkin kann vera til blómingina.

Sambært Boxaspen kunnu føðslusøltini frá alingini ikki vera orsøk til meira enn 5-10 prosent av vøkstrinum av algum. Granskararnir hjá HI kunnu tó ikki avvísa, at føðslusøltini ikki eru orsøk til vøksturin, eftir at hon er byrjað, skrivar NRK.

- Tað er nógv, sum skal passa fyri at ein ávís alga skal bóma á vári. Tað eru nógv føðslusølt á sjónum nú, og okkara útrokningar vísa, at parturin hjá alivinnuni til hesi sølt, er so avmarkað, at alingin ikki kann vera orsøkin, sigur Boxaspen við NRK.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder