Skipasøga

Andrias í Hvannasundi

Í mars mánað 1986 yvirtóku brøðurnir Mortan og Sonni Johannesen uppsjóvartrolarin Andrias í Hvannasundi

2014-12-06 23:30 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í mars mánað 1986 yvirtóku brøðurnir Mortan og Sonni Johannesen uppisjóvartrolarin Andrias í Hvannasundi, sum varð uppkallaður eftir pápa teirra.Trolarin varð bygdur á Vard Langsten í Tomrefjord í Noreg fyri 60 mio krónur. Skipið fekk heimstað á Tvøroyri, men var einans heimahoyrandi í Føroyum í tvey ár. Við trolaranum, ið lastaði nakað yvir 700 tons vóru 35 mans. Skipið varð bygt til, at fiska svartkjaft og botnfisk.

Vágamenn vóru byrjaðir at fiska svartkjaft við trolaranum Giljanesi og hetta gav góð úrslit, og av somu orsøk bleiv Mortan spentur uppá, at fiska við svartkjaftatrolara.

Andrias í Hvannasundi framleiddi tað, ið verður rópt fyri butterflyfløk umborð. Maskinurnar umborð á Andrias í Hvannasundi var sama tøknin, ið uppisjóvarskipini brúka í dag. Júst hetta vísir, at Andrias í Hvannasundi var frammanfyri sína tíð.

- At byrja við, vóru nakrir tekniskir trupulleikar, maskinurnar umborð vendu ikki rætt, og hetta ávirkaði stabilitetin umborð, men hetta fingu vit í rætt lag eftir tveir mánaðir.

Áhugin var stórur, at fiska svartkjaft um hetta mundi, ikki einans í Føroyum, men eisini í Onglandi, Noreg, Týsklandi og Japan. Svartkjafturin varð sum oftast nýttur til ídna. Andrias í Hvannasundi seldi fiskin til eitt nú Eysturtýsklands og Kekkoslovakia, og prísurin á svartkjaftinum var góður, og eigararnir fingu væl raksturin, at hanga saman sigur Mortan.

Mortan Johannesen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Men í 1988 síggja týskarar, ið eisini fiska svartkjaft, men eru nakað aftanfyri føroyingar í tøkni, at føroyingarnir taka marknaðin frá týskarum.

- Týskarar fingu nøkur tíðindafólk í Týsklandi, at gera ein film um sandmaðkar, ið heldur til í svartkjafti. Tíðindafólkini úr Týsklandi gjørdi eina søgu, ið segði, at fólk vóru deyð av sandmaðki og við góðari hjálp frá ávísum føroyskum politikarum, sum ikki dámdu, at vit komu so langt. Eftir eina nátt noktaði Týskland, at landa okkara svartkjaft, sum skuldi seljast eystureftir, upplýsir Mortan Johannesen fyri fiskur.fo.

Hetta hevði við sær, at vit gjørdu av at selja Andrias í Hvannasundi. Skipið fór til Noregs og fekk navnið Neptune og fiskaði nógv í russiskum sjógvi, men í 1995 varð skipið selt til Íslands har tað framvegis hevur heimstað og navnið Arnar. Skipið hevur fiskað ímillum 7-8000 tons av toski hvørt ár síðan tað varð keypt til Íslands. Arnar hevur selt fyri mest í Íslandi á nærum hvørjum ári síðan Fisk á Sauðakróki keypti trolaran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder