2021-11-22 20:41
Uppsjóvarskipið Ango landaði um vikuskiftið sild í Fuglafirði.
Ango hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Tá ið Ango hevði landað komu teir á Havnina, har teir skuldu á beding hjá Mest í Havn, av tí at tað fór at leka um pakdósina.
Hvussu leingi arbeiðið tekur at umvæla hettta er óvist.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald