2025-01-25 13:19
Uppsjóvarskipið Ango er komið á Fuglafjørð, har tað skal landa svartkjaft.
Ango hevur verið á svartkjaftaveiðu, og landar veiðuna til Havsbrún.
Tá ið ango kom inn landaði Borgarin, og tí fór skipið á Runavík at bíða.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald