Innanlands

Anita í 10. flokki: Umborð á Klakki er gott at vera

Tað var sum køkshjálp at hon veruliga fann sína hill

(Mynd: Á Skúlatrøð)

(Mynd: Á Skúlatrøð)

2022-04-20 09:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Næmingarnir í 10. flokki á Skúlatrøð hava seinastu vikurnar verið í starvsvenjing.

Fyri páskir fekk heimasíðan hjá skúlanum eina fríska heilsan uttan av opna havninum. Tað var frá Anitu Elinborg Fritsdóttir Nielsen, sum valdi at fara í starvsvenjing við línuskipinum Klakki.

- Hon fór umborð 14. mars, og hon heilsar, at har var sera gott at vera, og hon stórtreivst umborð. Jú, eitt sindur av sjóverki var í byrjanini, men tað gekk yvir, sum túrurin leið, skrivar skulatrod.fo.

Anita royndi seg við fleiri uppgávum umborð. Hon byrjaði í skúrinum, men hóast tað ikki var akkurát hon, so lærdi hon eitt sindur um stokkar og línu, at leggja í agnmaskinuna o.s.fr. Síðani royndi hon seg á brúnni og í maskinrúminum. Tá ið hon at enda fór at hjálpa til hjá kokkinum, fann hon ordiliga sína hill og varð verandi har. Hon sigur, at har lærdi hon rættiliga nógv, at greipa, at skera flak, at baka, at gera kalvasalat og mangt, mangt annað.

Hon sigur, at tað var avbgera gott umborð, og at manningin bæði var hjálpsom og fryntlig. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder