Innanlands

Annfinnur Garðalíð heldur fram sum formaður

Formaðurin í Skipara- & navigatørfelagnum síðani 2014 heldur fram. Tað er greitt eftir aðalfundin í felagnum í dag

Anfinnur Garðalíð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Anfinnur Garðalíð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-12-28 22:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya Skipara- & Navigatørfelagið hevði í dag aðalfund, og greitt er, at formaðurin síðani 2014, Annfinnur Garðalíð, heldur fram í sessinum.

Atkvøðurnar fullu soleiðis, at Annfinnur Garðalíð fekk 84 atkvøður, Jóhan Eli L Poulsen fekk 60 atkvøður, Niels J Nielsen 57 atkvøður, Annfinn Fagraklett 48 atkvøður, Jón Bogi Guttesen 38 atkvøður og Kristian Oskar Henriksen gjørdist nývaldur nevndarlimur við 27 atkvøðum.

Sum nevnt hevur nevndin longu skipað seg. Tað varð gjørt eftir aðalfundin, og við Anfinni Garðalíð sum formanni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder