2024-08-18 14:26
Uppsjóvarskipini Ango og Arctic Voyager skulu landa makrel til Pelagos í Fuglafirði.
Ango kom fyrst, og hevur 130 tons av makreli. Skipið verður liðugt at landa seinnapartin, og tá eigur Arctic Voyger tørn.
Arctic Voyager hevur somuleiðis 130 tons, og upplýst verður, at fiskiskapurin hevur veirð smáligur hendan túrin.
Tá ið Arctic Voyager hevur landað, verður farið aftur á makrelveiðu.
Arctic Voyager (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald