Innanlands

Anru góðar dagar

Útróðrarbáturin úr Hvannasundi landað smá 40.000 pund seinastu vikuna

(Mynd: Símun á Høvdanum / Myndaportal.fo)

(Mynd: Símun á Høvdanum / Myndaportal.fo)

2019-11-25 12:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Útróðrarbáturin Anru sum Gundur Sørensen og Janus Rein ognaðu sær í oktober hevur havt góðar túrar seinastu tíðina.

Anru hevur roynt norðanfyri í farnu viku, og týsdagin avreiddu teir 10.000 pund av toski og hýsu. Mikudagin og hósdagin kom útróðrarbáturin aftur av góðum túrum við ávikavist 10.100 og 9000 pundum av toski og hýsu, veit Norðoyaportalurin.

Fríggjanáttina var Anru aftur ein túr norðanfyri. Teir settu 37 stampar og fingu 10.000 pund.

Umleið 7.000 pund var toskur og 3.000 pund var hýsa.

Veiðan varð landað í Leirvík og seld til Fofish, skrivar Norðoyaportalurin sum javnan fylgir við hvat bátarnir norðanfyri avreiða.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder