Innanlands

Arbeiða við at keypa nýtt frystilínuskip fyri Jákup B

Eigararnir av línuskipinum Jákup B arbeiða við at keypa nýtt skip

Mynd: jn.fo

Mynd: jn.fo

2019-10-05 14:41 Author image
Kiran Jóanesarson

Tað er felagið EFHO P/f, sum eigur línuskipið Jákup B. Skipið hevur seinastu mongu árini hevur havt heimstað í Klaksvík. Óli M. Lassen er reiðari.

- Ja, tað passar, at ætlanin er at skifta núverandi Jákup B út við eitt nýggjari skip. Eitt Frystilínuskip, sigur Óli M Lassen, reiðari, við Portalin.

Í september mánaða gjørdist tað greitt, at eigararnir aftanfyri Klakk hava keypt eitt nýtt og framkomið frystilínuskip úr Norra, og tí er ein gyltur møguleiki hjá reiðarínum aftanfyri Jákup B at keypa núverandi Klakk, sum longu er í flotanum.

 - Tað er heilt vist ein fyrimunur at keypa núverandi Klakk, og feløgini hava eisini samskifti, men eingin avtala er gjørd um nakað skip enn. Vit hava hugt eftir skipum uttanlands, og hava gjørt ein fyribils sáttmála um keyp av frystilínuskipi, men einki er avgjørt enn, sigur Óli M. Lassen, reiðari, sum enn ikki vil siga hvat skip talan er um, sum skal avloysa Jákup B.

Spurdur um hvussu útlitini eru fyri at endurnýggja seg nú kvotan á Flemish Kap fer at minka niður í eina helvt, sigur reiðarin, at tað er ein avbjóðing, men ikki ein forðing.

- Tað hevur sjálvandi onkra avbjóðing við sær, men í løtuni eru prísurin á hýsu tildømis rættuliga góður, og stovnarnir eru vælfyri undir Føroyum, so vit síggja so avgjørt møguleikar í at keypa eitt nýggjari skip, fyri Jákup B, sum hevur tænt fyri seg, men sum framvegis er í góðum standi, sigur Óli M Lassen.

Reiðarin sigur at enda, at um ein mánaða umleið er greitt, hvat fyri skip felagið hevur keypt ella fer at keypa, sum skal avloysa Jákup B.

- Endalig støða er heldur ikki tikin um, hvat skal gerast við Jákup B. Skipið er í klassa, og í góðum standi, og tí hevði tað verið spell um skipið bleiv selt til upphøggingar, sigur Óli M Lassen, reiðari.