Innanlands

Arbeiða viðhvørt við Føroyar hóast skipið er serbygt til arbeiði í Grønlandi

Orsaka av vánaliga veðrinum í ár, hava vit ligið nógv millum oyggjarnar ella ligið við bryggju sigur Andreas, sum siglir við vaktar- og bjargingarskipinum Knud Rasmussen

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-01-25 19:22 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit eru eitt vaktar- og bjargingarskip og hava somu uppgávur sum Brimil og Tjaldrið.

Hóast Knud Rasmussen (2006), Ejnar Mikkelsen (2009) og Lange Koch (2016), sum eru tríburðar og serbygd til vaktar- og bjargingatænastu í Grønlandi og í Norðuratlanshavið, so arbeiða hesi skip av og á í føroyskum sjógvi.

Tað sigur Andreas, sum er “telegrafistur” umborð á Knud Rasmussen.

- At skipið er bygt til arbeiði í køldum økið, sæst millum annað á, at vit hava mobbátarnar og bjargingarbátarnar inni. Harafturat er hiti í “neystunum”, har bátarnir standa; tí eru teir heitir, turrir, ísfríir og klárir at arbeiða við, hóast nakað av ísi kann vera á skipinum ella nógvur kuldi er í luftini, sigur hann.

- Ein innilokaður mobbátur stendur í neystinum niðri undir har afturi á skipinum. Hann kunnu vit bara seta á sjógv, tá veðrið er gott. Tá vit nýta hann, fer ein stór lúka ella hurð niður í sjógvin, og vit kunnu lora bátin á sjógv. Tá báturin skal aftur í neystið, sigla vit bátin nakað inn, og so hála vit hann teir síðstu metrarnar við einum spæli og lata síðan hurðina aftur, sigur Andreas.

- Orsakað av vánaliga veðrinum í ár, hava vit ligið nógv millum oyggjarnar ella ligið við bryggju. Vit hava nýliga havt manningarskifti og havt bjargingarroynd umborð í samstarvi við Skálafjarðar sløkkilið, sigur Andreas.

Knud Rasmussen er 72 metrar langur og 14.60 metrar breiður og hevur tveir 2720 KW MAN/Alpha motorar. Manningin telur 19 mans, og tvær manningar hoyra til skipið.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í vikuni og fekk eitt prát við Andreas, Kim og Peter.

Teir vóru blíðir og Andreas vísti trúboðaranum runt umborð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder