Innanlands

Arbeiðsvanlukka umborð á nýggjum grønlendskum trolara kostaði einum manni lívið

Fleiri føroyingar sigla við grønlendska trolaranum

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-05-15 22:24 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Ein syrgilig arbeiðsvanlukka hendi í morgun á nýggja grønlendska trolaran Markus, sum reiðaríið Qajaq Trawl eigur.

- Tað er við stórari sorg, at vit mugu fortelja at vit morgun mistu ein av manningini umborð á okkara nýggja trolara, upplýsir Søren Brandt, sum er stjóri í Qajaq Trawl, fyri Sermitsiaq í dag. Vanlukkan hendi í morgun.

- Vit kenna enn ikki heilt orsøkina til deyðsvanlukkuna, men manningin hevur fingið bjóða kreppuhjálp. Okkara tankar fara til tey nærmastu, sigur reiðarin í tíðindaskrivi.

Reiðarin sigur viðari í samrøðu við Sermitsiaq, at reiðaríið arbeiðir tætt við avvarandi myndugleikar, so teir sum skjótast kunnu finna fram til orsøkina til deyðsvanlukkuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder