
Rækjutrolarin Arctic Viking kom í gjár til Norra, har teir skulu landa.
Teir hava umleið 400 tons av rækjum, sum teir landa í Tromsø, og tá ið liðugt er at landa, seta teir kós móti Føroyum, har teir skulu gera okkurt smávegis umvælingararbeiði hjá Mest í Havn.
Niklái Petersen, sum hevur verið skipari hendan túrin, letur illa at fiskiskapinum.
- Her í Barentshavinum eru ongar rækjur hesa árstíðina, og fiskiskapurin hevur verið sera vánaligur. Vit sleppa ikki norður til Kantin russiskumegin, og hetta er tí at vit ikki hava eitt loyvi, sum mynduleikarnir framveigs ikki eru komnir á mal við, hóast teir hava arbeitt við hesum í eina tíð.
- Fara vit til Svaldbard er mestsum allur kanturin stongdur vegna at ov nógv yngul kemur í trolið, so tí er hetta ikki lætt í løtuni, sigur Niklái Petersen, skipari.
Arctic Viking verður á Havnini hóskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald