Føroyski rækjutrolarin Arctic Viking hevur sett kós móti Føroyum, har teir skulu landa.
- Vit sigla heim, og hava fulla last av rækjum, sum svara til 420 tons, har nógv tað mesta er kókaðar rækjur, sigur Bjarni Petersen, skipari.
Hann fortelur víðari, at fiskiskapurin hevur verið sera vánaligur hendan túrin, og veðrið mest sum hevur verið ófantaligt allatíð.
- Vit hava fiskað á Flemish Cap, og vit vera væntandi í Føroyum sunnudagin, av tí at veðrið er so vánaligt her á leiðini, sigur Bjarni Petersen.
Royndi rækjuskiparin fortelur víðari, at teir høvdu vónað at sloppið til Eysturgrønlands, har onnur skip hava rokfiskiskap í løtuni, men av tí at eingin avtala millum Føroyar og ES kom í lag, máttu teir fara á Flemish Cap at fiska heldur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald