Innanlands

Arctic Viking fer aftur til Eysturgrønland at fiska

Rækjutrolarin Arctic Viking loysti av Kollafirði seint seinnapartin, og fer aftur á gamlar fiskileiðir í Eystur Grønlandi

Mynd: Emil Petersen

Mynd: Emil Petersen

2019-03-31 17:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Arctic Viking kom til Føroyar fyrst í 2019, har skipið skuldi skifta høvðusmotorin og báðar ljósmotorarnar. 

Umframt hetta stóra arbeiðið, so hevur Mest eisini gjørt ymsar dagføringar við skipið, sum hava kostað tilsamans umleið 30 milliónir krónur.

Bjarni Petersen, skipari, upplýsti fyrr í vikuni, at ætlanin var at fara hósdagin, men hetta bleiv seinni broytt.

Kósin er sett móti Eysturgrønlandi, har Arctic Viking ikki hevur fiskað í 10 ár.

Arctic Viking er einasti rækjutrolarin, sum er eftir í føroyska skipaflotanum. Hóast rækjutrolarin er einasta skipið av sínum slag í føroyska flotanum, hava vit nøkur skip í fiskiflotanum, sum eru útgjørd at fiska rækjur.

Sum dømi kann nevnast, at Akraberg er á rækjuveiðu í Barentshavinum.

Arctic Viking kom sum nýbygningur til Føroyar í 1986, og hóast mótgongd, hevur reiðaríið megnað at ríða stormarnar av sær, sum fleiri onnur reiðaríið, í somu vinnu ikki megnaðu.

Við Arctic Viking eru 17 mans, og skipari er Bjarni Petersen úr Kollafirði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder