Arctic Viking hevur landað 428 tons í Norra

Rækjutrolarin fór aftur til fiskiskap í gjár

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-26 12:07 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Føroyski rækjutrolarin úr Kollafirði Arctic Viking kom í vikuni til Tromsø, har teir skuldu landa.

Teir hava fiskað meginpartin av túrinum í Svalbardsonuni, men teir seinastu 9 dagarnar hava teir roynt í Loynikrókinum. Teir landaðu í Tromsø fríggjadagin.

Bjarni Petersen, sum hevur verið skipari hendan túrin, sigur, at teir hava havt góðan fiskiskap, og at teir hava landað 428 tons av rækjum í Tromsø.

Áðrenn Arctic Viking fór nýggjan túr, skiftið skipið manning. 

Nikklái Petersen er skipari nú Arctic Viking er farin nýggjan túr.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder