2020-06-10 20:43
Rækjutrolarin Arctic Viking landaði 500 tons í Norra í gjár.
Teir hava roynt í Svalbardøkinum í Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið smáligur.
- Vit landaðu í gjár - smá 500 tons, og liggja nú við eina aðra kaj, har vit skulu skifta manning og taka útgerð áðrenn farið verður nýggjan túr, sigur Niklái Petersen, skipari.
Tað er eitt sindur truplari nú enn vanligt at skifta fólk, av tí at korona herjar. Seinast skiftu teir fólk í Føroyum. Manningin, sum skal umborð næsta túr, kemur umborð í morgin.
Arctic Viking fór úr Føroyum tann 5. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald