2019-12-12 06:16
Rækjutrolarin kom til Norra í gjár, og veiðan skal landast í Kårvika.
Teir hava fiskað í tveir mánaðir, og eru nú lidnir við fiskiskapin fyri í ár.
- Vit eru seinsta skipi, sum roynir á hasari leiðini hesa árstíðina. Øll hini skipini hava aðrar kvotur at fiska, meðan vit einans hava rækjur, sigur Bjari Petersen, skipari, sum leggur aftrat, at í summar vóru eini 50 skip á leiðini.
Skiparin upplýsir, at tá ið liðugt er at landa, verður siglt til Føroyar, har okkurt smátt skal gerast við skipið, inntil teir eru klárir at fara aftur til fiskiskap eftir nýggjár.
Arctic Viking verður í Føroyum mánadagin í komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald