2020-04-26 15:20
Uppsjóvarskipið Arctic Voyager kom fríggjadagin til Írlands, har teir skuldu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Teir landaðu 1900 tons av svartkjafti í írska býnum Killybegs, og loystu aftur í morgun, við kós móti svartkjaftafeltinum aftur.
Myndina eigur John Cunningham, sum tók myndina tá ið Arctic Voyager kom til Killybegs fríggjamorgunin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald