2020-03-09 21:22
Uppsjóvarskipini Arctic Voyager og Christian í Grótinum hava verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi.
Fiskiskapurin hevur verið hampiligur, og verður veiðan landað til Havsbrún í Fuglafirði.
Arctic Voyager var fyrstur, og hava teir 1700 tons, og Christian í Grótinum sleppur framat aftaná við 1900 tonsum.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap eftir svartkjafti.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald