Innanlands

Arvafrøðilig greining av sildastovnunum rundan um Føroyar

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, granskari, hevur saman við øðrum givið út vísindaliga grein í tíðarritinum Fisheries Research. Í greinini verður arvafrøðilig greining av sildastovnum rundan um Føroyar lýst

2022-01-24 11:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Endamálið við granskingini var at finna arvaligan mun millum fýra sildastovnar, ið ávikavist gýta í føroyskum (føroysk heystgýtandi sild), íslendskum (íslendsk summargýtandi sild), norskum (norðhavssild) og hetlendskum (norðsjóvarsild) sjógvi. Úrslitini vístu, at allir hesir stovnar eru arvafrøðiligar eindir (populatiónir), men tann føroyski og tann íslendski stovnurin líkjast sera nógv hvør øðrum, meðan teir eru arvaliga ólíkir hinum báðum stovnunum.

Eitt úrval av arvafrøðiligum frábrigdum, kallað fyri eitt ‘SNP panel’, varð brúkt til at áseta, hvørjum stovni ein sild kemur úr. Hetta panelið varð síðani roynt á sild, og kundi neyvt áseta, um sildin var norðhavssild ella norðsjóvarsild, men tað var truplari at síggja mun á føroysku og íslendsku sildini. Tá vit løgdu íslendsku og føroysku sildina í sama bólk, kundu vit við 89% neyvleika áseta, hvørjum av teimum trimum bólkunum (norðhavssild, norðsjóvarsild ella føroysk/íslendsk sild) ein sild var úr. Hesi úrslitini vænta vit við tíðini kunnu nýtast í stovnsumsiting av sild og skipan av burðardyggum sildafiskiskapi við Føroyar.

Viðhøvundar í greinini eru Svein-Ole Mikalsen (Fróðskaparsetur Føroya), Eydna í Homrum (Havstovan), Jan Arge Jacobsen (Havstovan), Thomas Als (Aarhus Universitet), Hannes Gislason (Fróðskaparsetur Føroya), Paul Flicek (EMBL-EBI), Einar Nielsen (DTU-Aqua) og Hans Atli Dahl (Amplexa Genetics).

Greinin, sum kallast: "Atlantic herring (Clupea harengus) population structure in the Northeast Atlantic Ocean".

Arbeiðið, ið er lýst í greinini, er partur av ph.d-verkætlanini hjá Sunnvør, sum hon vardi í mai 2020. Í hesi verkætlan hevur hon hugt nærri at lívfrøðini hjá sild við at brúka arvafrøðilig háttaløg. Henda verkætlan hevur verið við til at skapa grundarlag fyri slíkari gransking í Føroyum.

Stuðlað verkætlanini hava Granskingarráðið, Fiskivinnuroyndir, Statoil Føroyar, Felagið Nótaskip og Innovationsfonden.

Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder