Uttanlands

Asbjørn hevur fiskað svartkjaftakvotuna

Danska uppsjóvarskipið byrjaði at landa í Skagen í dag

2020-04-25 17:35 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið, sum familjan Magnussen í Hirtshals eigur, kom í dag til Skagen, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í ES sjógvi, og hava 2600 tons, sum teir fingu í fimm hálum, og hava teir nú fiskað svartkjaftakvotuna í ár, sum var 16.000 tons. Fiskiskapurin hevur vart í góðar tveir mánaðir.

Tað hevur gingið gott við svartkjaftafiskiskapinum í ár, og serliga teir seinastu dagarnir hava verið góðir, og veðrið hevur verið av tí allar besta.

Asbjørn verður nú riggaður til at fara til fiskiskap eftir nebbasild í Norðsjónum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder