Innanlands

Asbjørn skal landa í Fuglafirði

Asbjørn skal landa 1.600 tons av makreli til Pelagos

Asbjørn kom á fuglafjørð seinnapartin í dag (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Asbjørn kom á fuglafjørð seinnapartin í dag (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2025-01-31 19:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Asbjørn kom í dag á Fuglafjørð, har skipið skal landa makrel.

Asbjørn hevur verið á makrelveiðu í bretskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Asbjørn hevur 1.600 tons av makreli við til lands, sum skal landast til Pelagos í Fuglafirði.

Tá ið Asbjørn hevur landað, verður farið aftur til fiskiskap. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder