Uttanlands

Atlantic Star hevur landað í Tromsø

Norski verksmiðjutrolarin hevur landað 900 tons í Tromsø

2020-02-13 21:19 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Teir hava havt góðan fiskiskap hendan túrin, og fóru aftur til fiskiskap í gjár.

Norski verksmiðjutrolarin Atlantic Star kom týsdagin til Tromsø, har teir skuldu landa.

Teir høvdu 900 tons, har tað mesta av veiðuni var toskur. Restin var kongafiskur og hýsa.

Tá ið skipið hevði landað, fóru teir á Tromsøflaket, har teir skuldu fiska kongafisk og hýsu.

Atlantic Star hevði fiskað í 18 dagar seinasta túr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder