2020-03-12 06:58
Norski verksmiðjutrolarin landaði í Ålesund mánadagin.
Teir hava fiskað á Tromsøflaket í 22 dagar, og høvdu gott 800 tons við til lands, har meginparturin var kongafiskur.
Restin var hýsa og toskur, og øll veiðan verður rundfryst umborð. Upplýst verður, at veðrið hevur verið sera vánaligt hendan seinasta túrin.
Tá ið liðugt var at landa og skifta fólk fór Atlantic Star aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald