Uttanlands

Atlantic Star skal landa 900 tons í Ålesund

Norski trolarin hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin

2020-01-16 21:28 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Norski verksmiðjutrolarin Atlantic Star er ávegis móti Ålesund, har teir skulu landa.

Teir hava fiskað í Barentshavinum, og skulu landa 900 tons av toski, upsa og kongafiski.

Hetta er aðruferð síðan 6. december, at teir landa. Fyrrferð landaðu teir 900 tons tann 27. december, og hava sostatt landað 1800 tons uppá 40 dagar.

Tá ið teir hava landað, skulu teir skifta fólk áðrenn farið verður nýggjan túr.

Fleiri føroyingar sigla við norska trolaranum Atlantic Star.

Veiðan verður avhøvdað og rundfryst umborð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder