Uttanlands

Avataq tikið sítt egna met

Hesaferð er tað skiparin Tordar Dimon, sum hevur tikið metið

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-08-09 09:19 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Stóri og framkomni trolarin Avataq, sum Royal Greenland eigur hevur enn einaferð sett met í størstu last, sum nakrantíð er landað í Grønlandi.

Tað skuldi einans ganga tveir og ein hálvur mánaði áðrenn Avataq aftur skuldi megna, at landa størstu nøgdina av rækjum í Grønlandi nakrantíð.

Avataq hevur júst landað 927 tons av rækjum, sum er 24 tons meira enn gamla metið, sum varð sett í mai í ár.

Avataq er størsti trolarin í grønlendska flotanum, og eisini ein tann mest framkomni.

Tað er Tordar Dimon, sum hevur verið skipari seinasta túr, og sum sostatt tók gamla metið, sum avloysarin Jógvan Tróndarson setti í mai í ár.

Avataq kom til Sisimiut mikudagin, har lastin varð landað.

Við heimasíðuna hjá Royal Greenland sigur Tordar Dimon, at hann er væl nøgdur við túrin, og sigur at endamálið altíð er at fiska so nógv sum gjørligt.

Tó hava teir havt nakrar tekniskar trupulleikar hendan túrin, so tað vermir at tað tó eydnaðist so væl sum tað gjørdi, sigur Tordar Dimon, skipari við Royal Greenland.

Tað var í juni, at skipið fekk tekniskar trupulleikar, og hevur ikki verið í vinnu í fimm vikur, og av teimum fimm hevur skipið verið í dokk í Odense í tvær vikur, og er hetta fyrsti túrurin aftaná at skipið hevur verið í dokk.

26 prosent av teimum 927 tonsunum skulu virkast á rækjuverksmiðjuni hjá Royal Greenland í Sisimiut, meðan restin skal seljast beinleiðis til ymnsar marknaðir.

- Í hesum korona tíðum eru reglurnar strammaðar heilt nógv, og tað hevur viðsær at manning skal í sóttarhald í eina viku áðrenn teir skulu umborð men hendan manningin var noydd, at vera umborð allatíð meðan skipið var í dokk, og hetta krevur sera gott tol, og tað hevur manningin havt, sigur Tordar Dimon, sum leggur aftrat at manningin hevur rós uppiborði.

Avataq fór longu til fiskiskap aftur mikukvøldið, og manningin skal vera umborð í eina viku aftrat áðrenn hendan útmynstringin er av.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder