2020-12-29 12:31
Íslendska uppsjóvarskipið Margreth, sum felagið aftanfyri uppsjóvarskipið Christian í Grótinum hevur keypt, skuldi eftir ætlan koma til Føroyar í morgin, men er nú seinkað.
Margreth skal yvirtakast í Føroyum, og hava nýtt navn, og Bogi Rasmussen, skipari og ein av eigarunum, upplýsir at nýggja navnið verður Christian.
Skipið er seinkað eini tríggjar til fýra dagar, og tað er veðrið nøkur onnur smá viðurskiftir, sum er orsøk til tað, sigur Bogi Rasmussen í stuttari viðmerking.
Eftir at skipið er komið til Føroyar, vænta nýggju eigararnir at tað ganga eini 14 dagar áðrenn skipið er siglingarklárt eftir føroyskum treytum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald