2019-06-12 12:17
Við ískoyti til aliloyvið á Trongisvágsfirði, fekk P/F Bakkafrost farming í gjár loyvi at hava aling á Hvalbiarfirði, á nýggja aliøkinum A-23. Hesum boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá á heimasíðuni.
Smbrt. fylgiskjal 1 til kunngerðina um sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, er Hvalbiarfjørður fevndur av alifjørðinum Trongisvágsfjørður.
Á myndini síggjast økini, sum eru fevnd av alifjørðinum.
(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan/Kortal.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald