Bakkafrost seldi fyri 1.562 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi, í mun til 1.940 milliónir krónur sama tíðarskeið árið fyri. Rakstrarúrslitið í fjórða ársfjórðingi var 356 milliónir krónur. Í 2023 var sølan tilsamans 7,1 milliardir krónur og rakstaravlopið 1,5 milliardir krónur. Samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi var 73.000 tons.
Úrslitið í fjórða ársfjórðingi var sera ymiskt millum londini: Í Føroyum var úrslitið 1.478 milliónir krónur í mun til 1.641 milliónir árið fyri, meðan rakstraravlop, EBIT, var 460 milliónir krónur móti 525 milliónum.
Í Skotland var sølan 84 milliónir krónur, sammmett við 298 milliónir árið fyri, og rakstraravlopið minus 104 milliónir krónur í mun til minus 149 milliónir í 2022.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
- Bakkafrost hevði eitt gott úrslit í fjórða ársfjórðingi, við lutfalsliga munandi betri rakstraravlopi. Laksamarknaðurin var sum heild góður og stórur eftirspurningur var á øllum høvuðsmarknaðum. Okkara laksur er sera høgt í metum, og tískil fáa vit eyka góðan prís, serliga í USA, har vit seldu 25 prosent av føroyska laksinum í fjórða ársfjórðingi.
- Eg fegnist um framgongd innan fiskaheilsu og -vælferð í alingini í Føroyum. Nógv arbeiði og stórur dentur er lagdur á hetta øki. Ein sterkur og burðardyggur leistur er lagdur fyri alivirksemi okkara í Føroyum. Í 2023 megnaðu vit eitt miðal mánaðarligt yvirlivilsi av fiskinum á 99,4 prosent, miðalvektin av tikna fiskinum var 4,6 kilo í kruvdari vekt og 90 prosent av fiskinum var superior góðska, ið er hægsti góðskuflokkur.
- Í Skotlandi eru vit ikki komin líka langt sum í Føroyum, men væl ávegis. Mánaðarliga yvirlivilsi var har 98,3 prosent í miðal, miðalvektin á tikna fiskinum var 4,2 kilo í kruvdari vekt og 89 prosent av fiskinum var superior góðska.
- Aftan á ein sera truplan triðja ársfjórðing í alingini í Skotlandi, gekk tað munandi betur í fjórða ársfjórðingi. Lívfrøðiliga gongdin batnaði og vit valdu at minka tøkuna mest møguligt, og heldur lata fiskin vaksa til tøku í fyrra hálvári 2024, greiðir Regin Jacobsen frá.
Regin Jacobsen, stjóri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Havsbrún
Havsbrún tók ímóti 53.552 tonsum (46.051 tons sama tíðarskeið í 2022) av ráfiski í fjórða ársfjórðingi 2023. Rakstraravlopið, EBITDA lutfallið, var 25 prosent (14 prosent í 2022) og Havsbrún seldi 39.354 tons (32.600 tons) av fóðri í ársfjórðinginum.
Fyri alt árið 2023 tók Havsbrún ímóti 467.037 tonsum (297.814 tons í 2022) av ráfiski og rakstraravlopið var 23 prosent (18 prosent).
Smoltgeirin
Í smoltaligeirunum í Føroyum og Skotlandi vórðu 6,8 milliónir (8,5 milliónir) smolt sett á sjógv í fjórða ársfjórðingi 2023: Í Føroyum 5,2 milliónir og í Skotlandi 1,7 milliónir, sammett við ávikavis 5,0 og 3,5 milliónir í triðja ársfjórðingi í 2022.
Alt árið 2023 vórðu íalt 23,2 milliónir (25,4 milliónir) smolt sett á sjógv: Í Føroyum 14,2 milliónir (14,4 milliónir) og í Skotlandi 9,0 milliónir (11,0 millionir)
Í fjórða ársfjórðingi 2023 var rakstrarúrslitið í smoltaligeiranum í Føroyum 26,75 krónur (34,55 krónur) fyri hvørt kilo av sjósettum smoltum. Í smoltaligeiranum í Skotlandi var rakstrarúrslitið -49,44 krónur (-20,60 krónur) fyri hvørt kilo av sjósettum smoltum.
Sjógvaligeirin
Sjógvaligeirarnir fingu hægri søluprís í fjórða ársfjórðingi 2023, í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Tøkan í Føroyum og Skotlandi var lægri enn í sama tíðarskeiði árið fyri. Í fjórða ársfjórðingi 2023 hevði sjógvaligeirin í Skotlandi útreiðslur av óvanligum felli, svarandi til 48 milliónir krónur (83 milliónir).
Samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi í fjórða ársfjórðingi 2023 var 17.067 tons í kruvdari vekt (24.474 tons): Í Føroyum 16.005 tons (19.276 tons) og í Skotlandi 1.062 tons (5.198 tons).
Í 2023 var samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi 73.006 tons í kruvdari vekt (90.603 tons): Í Føroyum 52.408 tons (66.686 tons) og í Skotlandi 20.598 tons (23.917 tons).
Sjógvaligeirin í Føroyum hevði eitt rakstraravlop á 4,01 krónur/kg (13,19 krónur/kg) í fjórða ársfjórðingi 2023. Sjógvaligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 44,97 krónur/kg (rakstarhall á 32,64 krónur/kg) í sama tíðarskeiði.
8,70 krónur í vinningsbýti pr. partabræv
Tænastugeirin hevði eitt rakstaravlop á 0,76 krónur/kg (0,05 krónur/kg) í fjórða ársfjórðingi 2023. Rakstraravlopið í prosentum var 7% (1%).
Í fjórða ársfjórðingi 2023 var samlaði umsetningurin hjá sølugeiranum 2.355 milliónir (2.385 milliónir) og rakstraravlopið í prosentum var 4% (4%). Rakstraravlopið var 5,94 krónur/kg (4,33 kr/kg).
Sambært vinningsbýtispolitikkinum hjá Bakkafrost, skulu 30-50 prosent av vinninginum gjaldast út sum vinningsbýti. Fíggjarstøðan hjá Bakkafrost er sterk, og tískil fer nevndin at skjóta upp á ársaðalfundinum, sum verður týsdagin 30. apríl 2024, at 8,70 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald