Úrslitið eftir skatt fyri fyrsta ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 407,7 milliónir krónur í mun til eitt hall á 148,0 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
- Samanumtikið eru vit væl nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum. Hóast marknaðurin hevur verið nógv merktur av korona farsóttini, eru tekin um, at vend er við at koma í. Altjóða sølan av laksi øktist heili 16 prostnt í hesum ársfjórðingi, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Hóast stórar nøgdir av laksi sostatt eru seldar á marknaðinum, hevur laksaprísurin ment seg munandi í ársfjórðinginum. Tørvurin eftir laksavørum í matvøruhandlum kring heimin er framhaldandi stórur, men nú er eftirspurningurin frá hotell- og matstovuvinnuni við at taka seg upp aftur. Vit vænta at henda gongdin fer at halda fram, so hvørt sum avbjóðingarnar av korona á okkara høvuðsmarknaðum væntandi fara at minka komandi tíðina. Samanumtikið eru útlitini fyri restina av 2021 góð. Nakað minni av laksi kemur á marknaðin restina av 2021, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Regin Jacobsen
- Vit eru serstakliga væl nøgd við úrslitið hjá góðskingar geiranum, sum enn einaferð vísir smidligu virðisketu okkara. Smidleikin er ógvuliga týðandi fyri kappingarførið á alheims marknaðinum.
- Alingin í Føroyum hevur hilnast væl í ársfjórðinginum og miðalstøddin á útsettu smoltunum økist alsamt. Í Skotlandi gongur eisini betur við alingini, og vit vænta at kunna hækka miðalvektina á smoltunum nakað í ár.
- Í hesum ársfjórðinginum hava vit havt nógv virksemi í framleiðsluni og eisini av mongu íløguverkætlanum okkara í Føroyum og í Skotlandi. Nógv avleitt virksemi er skapt av hesum, til gagns fyri samfelagið sum heild. Tilsamans hava vit keypt vørur og tænastur frá føroyskum veitarum fyri í alt 298 milliónir krónur í hesum ársfjórðingi, sigur Regin Jacobsen
4 milliónir smolt sett út
Samlaða tøkan í fyrsta ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 21.027 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 14.025 tons tikin í Føroyum í mun til 20.667 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 7.002 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 7.268 tons sama ársfjórðing í fjør.
Tilsamans vórðu 4,0 milliónir smolt sett út í fyrsta ársfjórðingi í mun til 3,3 milliónir í sama ársfjórðingi í fjør. 2,3 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 1,6 milliónir smolt í Skotlandi.
Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 218,3 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021 í mun til 192,1 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 143,3 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021 samanborið við 202,9 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør. Tøkan var hægri meðan laksaprísirnir vóru lægri í fyrsta ársfjórðingi samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør.
Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 6,2 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarúrslit á 29,7 fyrsta ársfjórðing í fjør.
Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 75,0 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarhall á 11,0 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
215,9 milliónir í vinningsbýti
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fyrsta ársfjórðingi 2021 var 48,3 milliónir krónur samanborið við 40,2 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.938,8 milliónir krónur við endan á fyrsta ársfjórðingi 2021 í mun til 1,752,8 milliónir krónur við ársenda 2020. Bakkafrost hevði 1.487 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fyrsta ársfjórðingi 2021.
Á ársaðalfundinum, sum var fríggjadagin 9. apríl 2021, varð viðtikið, at 3,65 krónur vórðu goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gav eitt samlað vinningsbýti á 215,9 milliónir krónur, ið vórðu goldnar partaeigarunum 30. apríl 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald