Innanlands

Bakkafrost hevur tikið 71.000 tons av laksi í kruvdari vekt higartil í ár

Tilsamans 16,2 milliónir smolt vórðu sett út tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnir í ár - 9,3 milliónir í Føroyum og 7 milliónir í Skotlandi

Smoltstøðin á Strond (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Smoltstøðin á Strond (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-11-09 08:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Samlaða tøkan í triðja ársfjórðingi fyri aligeiran hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi var 21.851 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 14.937 tons tikin í Føroyum í mun til 11.135 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 6.914 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 10.476 tons sama ársfjórðing í fjør.

Samlaða tøkan fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 71.075 tons í kruvdari vekt í mun til 60.424 tons fyrstu níggju mánaðirnar í fjør. Harav vórðu 46.523 tons í kruvdari vekt tikin í Føroyum í mun til 34.743 tons fyrstu níggju mánaðirnar í fjør, og 24.550 tons vórðu tikin í Skotlandi fyrstu níggju mánaðirnar í ár í mun til 25.681 tons sama tíðarskeið í fjør.

Tilsamans vórðu 7,0 milliónir smolt sett út í triðja ársfjórðingi 2021. 3,8 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum í hesum ársfjórðingi í mun til 3,6 milliónir smolt sama tíðarskeið í fjør. Í Skotlandi vórðu 3,2 milliónir smolt sett út í triðja ársfjórðingi í mun til 2,6 milliónir smolt sama ársfjórðing í fjør.

Tilsamans eru 16,2 milliónir smolt sett út fyrstu níggju mánaðirnar í ár í mun til 15,2 milliónir smolt fyrstu níggju mánaðirnar í fjør. 9,3 milliónir smolt vórðu sett út í Føroyum og 7,0 milliónir í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 146,2 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2021 í mun til 118,4 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 135,1 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2021 samanborið við 96,6 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í fjør. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 81,3 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarhall á 28,4 triðja ársfjórðing í fjør.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 11,1 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarúrslit á 21,8 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í triðja ársfjórðingi 2021 var 111,2 milliónir krónur samanborið við 69,5 milliónir krónur triðja ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.986 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi 2021 í mun til 1.753 milliónir krónur við árslok 2020. Bakkafrost hevði 1.439 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á triðja ársfjórðingi 2021, og solvensurin var 66 prosent.TLIT

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder