Innanlands

Bakkafrost keypir fóðurflaka frá JT electric

Ranghamar skal liggja á alistøðini í Gøtuvík

2020-04-22 15:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár legði nýggi fóðurflakin, Ranghamar, at bryggju í Norðragøtu. Talan er um ein stóran fóðurflaka, sum skal liggja ankraður í Gøtuvík og brúkast til alingina á staðnum.

Flakin kemur at liggja í havnini í Norðragøtu í nakrar dagar, áðrenn hann verður lagdur út á tað norðara aliøkið í Gøtuvík

Fóðurflakin er knapt 75 metrar langur og tekur góð 700 tons av fóðri til laks og 5 tons av fóðri til rognkelsi. Fóðurflakin er útgjørdur við framkomnari føroyskari tøkni, sum er framleidd av JT electric á Kambsdali.

Talan er um eina sjálvvirkandi fóðurskipan, ið kann fóðra bæði laksi og rognkelsi ígjøgnum somu fóðurlinjur. Skipanin er fjarstýrd, og tí er ikki neyðugt at hava fólk á sjálvum flakanum. Við yvirflatu- og undirvatns myndatólum, sum eru framleidd á JTelectric, kunnu alararnir sita og fylgja við fóðringini á sjónvarps skíggjum á landstøðini.

- Vit fegnast um at Bakkafrost enn einaferð hevur valt ein føroyskan veitara til eina so stóra verkætlan, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric.

Hetta er tann áttandi fóðurflakin av hesum slagnum, sum JT electric hevur bygt til Bakkafrost.

- Stórar verkætlanir sum hendan vekja stóran ans millum alarar, og hetta er við til at skapa stóran áhuga fyri okkum sum framleiðara av tekniskari útgerð til alivinnuna kring heimin, sigur Suni Justinussen.

JT electric hevur 37 fólk í starvi, og er veitari av framkomnari tøkni til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Sermerkta fóðurskipanin hjá JTelectric verður dagliga brúkt til at fóðra fleiri tíggjutals milliónum laksum í nærum 60 alibrúkum kring heimin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder