Sum alment skrásett felag er Bakkafrost eitt felag við einum breiðum eigaraskara. Tað eru fleiri túsund parteigarar, og hetta merkir eisini hægsta myndugleika í felagnum, sum er aðalfundurin, har allir eigararnir kunnu avgreiða sína atkvøðu. Tað er eingin meiriluta parteigari, og størsti eigari, sum er norski Folketrygdfonden, eigur 9,23%. Síðani eigur forstjórin Regin Jacobsen 7,84%. Odd Eliasen og Høgni Dahl Jacobsen, sum báðir eisini eru í samtaksleiðsluni, eiga ávikavist 0,31% og 0,13%.
Stjórn og nevnd á Bakkafrosti. frá vinstru: Odd Eliasen, stjóri, Guðrið Højgaard, nevndarlimur, Øystein Sandvik, nevdnarlimur, Regin Jacobsen, forstjóri, Rúni M. Hansen, nevndarformaður, Einar Wathne, nevndarlimur, Annika Frederiksberg, nevndarlimur, Teitur Samuelsen, nevndarlimur og Høgni Jakobsen, fíggjarstjóri.
Ársrokniskapurin fyri 2023, sum nevndarformaðurin fer at leggja fram á aðalfundinum, vísir eitt rakstrarúrslit á 1,5 milliardir krónur og úrslit eftir skatt á 955 milliónur krónur.
Nevndarformaður í Bakkafrost er Rúni M. Hansen. Hann hevur verið nevndarformaður síðstu 15 árini. Hann kom inn í nevndina, áðrenn felagið bleiv skrásett á keypsskálanum í Oslo og hevur sostatt verið nevndarformaður øll árini felagið hevur verið skrásett á keypsskálanum. Nevndarformaðurin verður valdur beinleiðis av aðalfundinum.
Hinir nevndarlimirnir eru Øystein Sandvik, Einar Wathne, Annika Frederiksberg, Teitur Samuelsen og Guðrið Højgaard. Eftir komandi aðalfund, sum verður 30. apríl, verður óiva eisini ein annar persónur, Alf-Helge Aarskog, partur av nevndini. Hann hevur drúgvar royndir frá sjógætisvinnuni og hevur verið stjóri í Lerøy Seafood Group og Marine Harvest/Mowi. Sum útbúgving hevur hann eina Master í Aquaculture og leiðsluútbúgving frá Harvard Business School.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald