Hetta skrivar miðilin ilaks.no. Samlaða virðið á “fiskapartabrøvum” á keypsskálanum í Oslo er 338 milliardir krónur. Hetta eru feløg innan bæði fiskivinnu, aling og veitarafeløg.
Tað eru sjey útlendsk feløg innan hesar greinar, og Bakkafrost er nógv størst av teimum. Bakkafrost er nummar trý á samlaða listanum.
Stórst er alifelagið Mowi, sum eisini er í Føroyum, síðani kemur Salmar, og nummar trý á samlaða listanum kemur Bakkafrost. Mowi er nógv stórst við einum marknaðarvirði á 114 milliardum norskum krónum, Salmar við einum marknaðarvirði á 78 milliardum og síðani Bakkafrost við 38 milliardum norskum krónum í marknaðarvirði
Miðilin ilaks.no sigur eisini, at feløgini innan hesa vinnu, eru síðstu árini vorðin ein týðandi partur av norska búskapinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald