Innanlands

Bakkanes komið í dokkina hjá Mest á Skála

Umbyggingararbeiðið er nú í gongd. Millum annað skulu krana og spøl setast í

(Mynd: Mest)

(Mynd: Mest)

2021-07-02 09:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bakkanes kom inn í dokkina á Skála í morgun og umbyggingararbeiðið er nú av álvara farið í gongd.

Arbeiðið at umbyggja Bakkanes til FSV tænastuskip er rúgvusmikið, og fevnir millum annað um sandblásing og máling, íseting av fýra Melcal kranum og spølum og 6 kapstannar.

[object Object](Mynd: Mest)

Harumframt stendur MEST fyri íseting av nýggju FLS avlúsingarskipanini og tilhoyrandi A-rammu, sum verður sniðgivin og framleidd á MEST, til handfaring av slangum.

Tá skipið er umbygt skal skipið í tænastu í Skotlandi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder