Innanlands

Bar við nýggju bryggjuna

Skaðin verður ikki mettur at vera stórur, men tað verður nú kannað

2022-07-15 11:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bingjuskipið Svartfoss hjá Eimskip bakkaði í gjár á keikantin í nýggju havnini í Havn.

Óhappið hendi gjáramorgunin, men á Tórshavnar Havn vita tey ikki so nógv at siga um skaðan í dag.

Sum skilst verður nú kannað, um nakar skaði er komin á bryggjuna, sum er partur av stóru havnarútbyggingini, og sum skjótt fer at vera komin á mál.

Svartfoss liggur í dag við bryggju hjá Mest á vestaru Bryggju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder