Innanlands

Bara verið til fiskiskap í fýra dagar síðani november

Hoyvík er einasta uppsjóvarskipið í flotanum, sum ikki fer á svartkjaftaveiðu

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-04-05 18:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Næstan øll tey føroysku uppsjóvarskipini fyrireika seg til fiskiskap eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, og nøkur eru enntá byrjaði, men tó sleppur eitt ikki at loysa frá kai.

- Tað átti at verið gleðiligt, men eg má viðganga at tað er hugstoytt, at síggja aðrar rigga til at fara á svartkjaftaveiðu, meðan vit liggja við kai í Vestmanna, sigur Hildibjartur Olsen, skipari á Hoyvík, sum Thor í Hósvík eigur.

Skiparin heldur, at tað er ein stórur trupulleiki, at teir smærru aktørarnir, sum vóru í vinnuni áðrenn fiskivinnulóggávan varð broytt, framvegis eru dottnir niður ímillum eins sum í 2018.

Hoyvík hevur kvoturnar, sum vórðu lutaðar til stóru verkmiðjutrolararnar, sum Thor átti, sum fiskaðu í kyrrahavinum.

- Vit eru teir einastu gomlu aktørarnir, sum ikki sleppa framat í svartkjaftafiskiskapinum, men samstundis sleppa nýggir framat gjøgnum menningarkvoturnar, sum undanfarna samgonga lutaði út, sigur Hildibjartur Olsen, skipari.

Skiparin sigur eisini, at hann vónar so innaliga, at teir fáa tillutað eitt sindur av svartkjafti og sild, so arbeiðsumstøðurnar hjá manningini umborð á Hoyvík gerast tryggari, og at teir eins og onnur kunnu fáa eitt meira støðugt arbeiðspláss. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder