Innanlands

Beinir Debes við báti úr Froðba vann lutakastið

Trektu lut millum teirra, sum hava latið fiskamerki inn farna árið

Báturin Annie úr Froðba (Mynd: Hav.fo)

Báturin Annie úr Froðba (Mynd: Hav.fo)

2020-12-18 09:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Havstovan skipaði í gjár fyri árliga lutakastinum um 12.500 krónur millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið.

Tað var Beinir Debes við bátinum Annie úr Froðba, sum vann lutakastið. Merkti fiskurin var ein toskur, sum varð merktur: 15. oktober 2018 eystur úr Svínoynni, og tá var hann 77 cm, og hann var fingin við línu við Froðbiðarnýpuna 10. januar 2020. Hetta tíðarskeiðið var toskurin einki vaksin.

[object Object](Mynd: Hav.fo)

Í ár var lutakastið á Havstovuni í Havn. Ása Olsen tók tann vinnandi seðilin, og Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór fram, sum tað skuldi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder