Innanlands

Beinur skal landa makrel á Tvøroyri

Beinur skal landa 1.200 tons av makreli til Varðan Pelagic

Beinur (Savnsmynd: Christian Jensen)

Beinur (Savnsmynd: Christian Jensen)

2025-01-28 06:31 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Beinur skal landa makrel á Tvøroyri.

Beinur hevur verið á makrelveiðu í bretskum sjógvi, og hevur 1.200 tons við til lands.

Talan er um góðan makrel, sum liggur um 450-460 gramm í miðal, sum verður landaður til Varðan Pelagic.

Tá ið Beinur hevur landað, verður farið aftur á makrelveiðu í bretskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder