Royal Greenland hevur góðar dagar. Ársúrslitið fyri 2019 vísti eitt yvirskot upp á 404 milliónir danskar krónur.
Hetta er besta árið nakrantíð hjá almenna grønlendska reiðarínum, skrivar Fishfacts, sum vísir til ársfráfreiðingina hjá Royal Greenland.
Avataq á Havnini í desember í fjør (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Umsetningurin hjá fyritøkuni hevur verið støðugur síðstu árini, og vaks við trimum prosentum í mun til undanfarna roknskaparár. Hóast tað er avlopið farið frá 292 milliónum í 2018 upp í 404 milliónir í 2019. Ein vøkstur upp á 50 prosent. Eftir skatt gjørdist úrslitið 311 milliónir krónur.
Høvuðsorsøkin til vøksturin er sølan av teimum báðum trolarunum Sisimiut og Qaqqatsiaq, sum gav 141 milliónir.
Samstundis var 2019 árið tá reiðaríið fekk tvey nýggj rækjuskip. Nýggja Sisimiut í juni og Avataq í desember. Ein triði trolari verður bygdur til Royal Greenland, og verður eftir ætlan handaður í 2021.
Kina var størsti marknaðurin hjá reiðarínum í 2019.
Sí video: Eftir nýggjár skal skipið standa sína roynd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald