Innanlands

Bíða til stormurin er av

Ætlaðu at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi, men líkindini eru so vánalig, at íslendski trolarin Víkingur fór beint á Runavík at kroka

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-01-07 16:18 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Her er bara eitt at gera, og tað er at binda skipið væl, geva tol og bíða til stormurin er av.

Tað siga Alli, Haukur og Elli, sum sigla við íslendska pelagiska trolaranum Víkingi, sum liggur í Runavík.

- Vit fóru av Reykjavík 3. januar og ætlaðu at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi. Men líkindini eru so vánalig, at vit komu beinleiðis á Runavík at kroka, siga teir.

- Vit vóna at veðrið batnar seinni í vikuni, so vit kunnu fara til fiskiskap. Nøkur íslendsk skip liggja og kroka í Føroyum, meðan onnur eru ávegis í føroyskan sjógv- siga Alli, Haukur og Elli.

Víkingur, sum er tvíburði við Venus, er bygdur í Turkalandi í 2016 og lastar 3000 tons.

Tað er felagið Brim, sum eigur skipið.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina, sum telur 9 mans.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder