2024-04-15 13:58
Uppsjóvarskipið Birita skal landa 1.900 tons av svartkjafti í Karmøy.
Birita hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Kunngerð er nú lýst, sum gevur skipunum loyvi at landa svartkjaft uttanlands. Kunngerðin er galdandi til 16.juni.
Uppsjóvarskipini plaga at landa svartkjaftin í Danmark, Íslandi, Noregi ella í Írlandi, um tey ikki landa veiðuna til Havsbrún í Fuglafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald