Innanlands

Birita við at vera klár til fiskiskap

Uppsjóvarskipið Birita var í dag royndartúr

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2021-11-17 20:09 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýggjasta skipið í føroyska uppsjóvarflotanum Birita, var í dag royndartúr.

Skipið kom á Havnina í síðstu viku, og skuldi riggast til at fara til fiskiskap. Eisini skuldi skipið endaliga yvirtakast á Havnini.

Sambært Teyggjuni, sum er heimasíðan hjá Skipaskrásetingini, so hevur Birita ikki fingið øll loyvini uppá pláss enn.

Hetta kemur tó væntandi uppá pláss fyrsta dagin, og so fer Birita helst á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, har hini uppsjóvarskipini royna í løtuni.

Birita er bygt í Norra í ár 2000, er 67 metrar langt og 13 metrar breitt og lastar umleið 2000 tons. Motorurin er ein 5,500 KW Wàrtsila.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder