Bjørt Samuelsen: Ganga nakrir tímar áðrenn álitið kemur

Forkvinnan í vinnunevndini sigur, at óvist verður um talan verður um eitt felags álít, sum nevndin kemur við um fiskivinnuskipanina. Helst ganga nakrir tímar áðrenn nakað áðrenn verður klárt

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-17 11:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tingfundur stendur at byrja klokkan 11 fyrrapartin, og væntast kann, at hann verður niðurlagdur rættuliga skjótt, og so verður fundur í vinnunevndini.

- Vit skulu í gongd við at skriva eitt álít, og tað er so heilt sikkurt at tað ikki verður klárt til klokkan 11, sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini, sum eisini leggur dent á, at tað tekur nakrar tímar áðrenn nakað álít verður klárt.

Forkvinnan sigur ikki serliga nógv um álitið, men sigur at vinnunevndin fer á fund aftaná, at tingfundurin væntandi verður niðurlagdur.

- Vit eru byrjaði at skriva álit, og um nakrar tímar verður tað klárt at leggja fram, sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder