Í annaðkvøld klokkan 19 verður bókin “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar” eftir Torleif Johannesen, løgd fram í Løkshøll.
Bókin er um teir 70 sjómanskvinnuringarnar, 68 í Føroyum, ein í Reykjavík og ein í Hirtshals, sum hava verið og eru týðandi partur av arbeiðinum hjá Føroysku sjómansmissiónini síðani 1928.
Bókin er 361 síður við myndum av fleiri enn 1000 kvinnum.
Petur Hans Hansen við bólki fer at syngja, Andrias Magnussen bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð, Torleif Johannesen greiðir frá bókini, Ása Jacobsen heilsar frá sjómanskvinnuringunum og Livar Nysted greiðir frá forsíðumyndini.
Drekka verður aftaná og møguleiki at keypa bókina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald