Tann 29. november var kunngjørt at fiskiskapurin í bólki 5B skuldi halda uppat, tí fiskidagarnir vóru at kalla uppi.
Síðani hevur ligið stilt, meðan landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur arbeitt við einarl loysn. Loysnin er at lækka fiskidagatalið hjá útróðrarbátunum í bólki 5A við 240 fiskidøgum, og hækka talið samsvarandi í bólki 5B.
Útróðrarbátarnir í bólki 5B kunnu fara til fiskiskap frá í dag at rokna, sigur Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald